Heðin M. Klein

Føðingardagur: 28-2-1950
Adressa: Tórsbyrgi 8, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 315299
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png






..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Heðin Magni Kristin Súni Klein
er føddur 28. februar 1950. Uppkallaður er hann eftir báðum ommunum og tveimum mammusystrum, sum doyðu ungar av tuberklum. Ommurnar vóru:

Helena, úr Miðtúni á Kirkju, f. 1894, d. 1934 í barnferð. Omma á Heygnum var gift við Dániali, f. 1883 d. 1956, ættaður úr Geil við Gjógv. Hann var fiskimaður, formaður Føroya Fiskimannafelags 1941 - 53. Tey bygdu uppi á Heygnum við Gjógv. Fyrsta barn teirra var pápin, hann var fiskimaður, Leivur, f. 1916 d. 1965.

Hin omman var Malena (Lena), úr Jákupsstovu við Gjógv, f. 1890 d. 1947. Hon var gift við Óla Andriasi á Rætt, har tey eisini búðu. Abbi á Rætt, f. 1880 d. 1961, var fiskimaður og skipari; heima var hann røktingarmaður og útróðrarmaður. Eitt av børnunum hjá ommuni og abbanum á Rætt var mamman, Hanna, f. 1919.

Mammusystrarnar vóru: Kristina (Dinna) f. 1911 d. 1934 og Sofía (Fía), f. 1915 d. 1940. Tær doyðu báðar út av sanatoriinum í Hoydølum.

Pápi og mamma bygdu eysturi á Bø við Gjógv, nakað eystan fyri Próvfastatúvuna.

Heðin vaks upp har norðuri. Í 1965 fór hann í realskúlan í Hoydølum. Fór í læraraskúlan eftir 2. real. Fyrsta árið í læraraskúlanum var seinasta árið, skúlin helt til í Gamla Kommunuskúla. Læraraprógv 1972. Lærari í Sandoyar Meginskúla 1972 - 83. Valdur tingmaður í Sandoyar valdømi 1974 - 80. Landsstýrismaður 1979 - 81. Í Sands bygdarráð 1974 - 79; segði seg frá, tá hann fór í landsstýrið. Búði øll árini á Sandi hjá Solborg og Gilsteini. Nevndarlimur í Norrøna Felagnum í Føroyum síðan 1983, formaður 1985 - 90. Nevndarlimur í Føroya Skúlabókagrunni síðan 1985. Í nevndini í Føroya Rithøvundafelag 1972 - 76, 1983 - 87 og frá 1991, formaður síðan 1994.

Kona Heðin er Malan Joensen, ættað úr Klaksvík. Tey eiga dóttrina Suffíu, sum býr á Finnmørkini í Noregi. Suffía átti ein son 13. juni 1995.

Bøkur:
Væmingar og Vaggandi Gjálv, yrk., 1969; Strandvarp, yrk., 1983; Ljóðsins Ljós, yrk., 1985; Veggjagrøs, yrk., 1994.

Hevur skipað og lagt til rættis:
Flytifuglur, savn av útlendskum yrkingum, 1972, (saman við Steinbjørn B. Jacobsen); Erlendur Patursson: Sjón og Seiggj, 1983, (saman við Steinbjørn B. Jacobsen); Frostrósan - og aðrar søgur, 1987, (saman við Kirsten Brix og Bergljót S. Joensen); Fjørið Mítt, Ævintýrheimur + arbeiðshefti, 1992, (saman við Bjørg M. Jensen).

Nakrar týðingar eru komnar út í bók:
Max Bollinger & Jindra Capek: Ein vakran summardag, 1990; Diz Wallis: Okkurt Óreint í Kálinum, 1992; Diz Wallis: Tá ið Dýrini Bardust, 1993; Nils - Aslak Valkeapää: Faðir Mín, Sólin 1992, (lítið úrval, saman við Róa Paturssyni). Umsett úr norrønum: Vøluspá, prentað í Svørt Verða Sólskin, 1994.

Hevur týtt ymiskt annað av útlendskum skaldskapi, eina helst yrkingum. Sumt hevur staðið í føroyskum bløðum og tíðarritum.

Skúlablaðið gav út serblað um Regin Dahl: Í Útlegd, Regin Dahl 65 (november 1983). Í hesum pinkuhefti er prentaður fyrilestur, hildin í útvarpinum: Regin Dahl, skaldið (februar 1981).

Yrkingar í týðing eru til skjals í útlendskum tíðarritum og bløðum og í einstøkum søvnum, eitt nú: Færøysk Lyrikk (Knut Ødegård týddi), 1974; Bränning och Bleke (Inge Knutsson týddi), 1976; Rocky Shores (George Johnston týddi), 1981; Modern Scandinavian Poetry (gen. edit.: Martin Allwood), 1982; Nordisk Poesi (red.: Anders Weidar), 1984; Nordic Visions (edit. & publ.: Bradley R. Strahan), 1991.

Tilskrift: Tórsbyrgi 8, 100 Tórshavn. Tlf. 315299.