Anna, Hanna og Jóhanna


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-47-4
Rithøvundi: Marianne Fredriksson
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 402

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Meðan Anna situr og vakir yvir móður síni, trákkast hon eftir at skilja hana og eisini ommuna Honnu, sum hon ongantíð rættiliga kendi. Anna ger av at smíða heild burtur úr fortíðarbrotum. Hon lesur gomul brøv, kannar gamlar myndir og brot úr dagbókum, og smátt um smátt daga lívini hjá Honnu og Jóhonnu undan.


Gjøgnum hesar minnis- og søguspjarrar og rikin av longsli eftir at fáa skil á træðrunum í ættarvevnaðinum fer Anna at leita eftir svarunum til spurningar, sum hava elt hana alt lívið. Hvussu var støðan hjá ommuni Honnu, tá ið hon fyri meira enn hundrað árum síðan giftist einum mylnara og aldi upp eitt leysingabarn úti á bygd? Hvat fekk Onnusa egnu móður, Johonnu, sum einaferð var ein sterk og ógvuliga uppreistr­arsinnað kvinna, at sættast við tilveruna sum húsmóðir? Hví endurtekur hon teirra lív, hóast hon hevur møguleikan at leggja sína tilveru til rættis sjálv?

FYRR : 188,00