Dansa við deyðans grindir


Forlag: Orð og løg
Útgávuár: 2018
Prísur: 180.00
ISBN: 978-99918-3-558-7
Rithøvundi: Regin Dahl
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 185

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
? Tað gleðir okkum almikið at kunna boða tykkum frá, at yrkingasavnið Dansa við deyðans grindir eftir Regin Dahl nú er komið út og fæst til keyps í bókabúðunum.
Soleiðis skrivar forlagið »Orð og løg« um nýggja yrkingasavnið við úrvalsyrkingum eftir skaldið Regin Dahl úr øllum hansara yrkingasøvnum, frá tí fyrsta til tað seinasta, stórthundrað yrkingar til samans. Umráðandi hevur verið, at øll høvuðsevnini eru umboðað í úrvalinum.
Umframt yrkingarnar er í bókini ein stuttur tekstur um skaldið, sum Guðrun Gaard hevur skrivað.
Undirskundandi høvi til útgávuna júst nú er, at tann 5. november í ár eru 100 ár liðin, síðan Regin Dahl var føddur.
Regin Dahl var eitt av føroysku stórskøldunum í undanfarnu øld. Hann var bæði orðaskald og tónaskald. Orðaskaldið sæst aftur í tónunum, og tónaskaldið speglar sær í orðunum.
? Bókin er eitt frálíkt høvi at kunna seg um megintáttin í skaldskapinum og lesa hann samanhangandi í eini og somu bók, skrivar forlagið.
Forlagið Orð og løg varð í síni tíð stovnað til at geva út listarlig avrik eftir Regin Dahl í orðum og tónum.
Dansa við deyðans grindir er 185 blaðsíður. Staðið fyri úrvalinum hevur Heðin M. Klein saman við Hanusi Kamban, Guðruni Gaard og Halgiri Winther Poulsen. Permuna hevur Tóroddur Poulsen evnað til, og Sendistovan havt prentumsitingina um hendi.