Lívgað sjófólk í eina øld Sjómansmissión 1918-2018


Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgávuár: 2018
Prísur: 259.00
ISBN: 978-99918-3-572-3
Rithøvundi: Frants Jensen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 212

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Søgan um Sjómansmissiónina, sum í ár hevur 100 ár á baki, verður nú givin út í bók.

Í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár á baki, og í hesum sambandi hevur Frants Jensen, journalistur, skrivað eina bók um søguna hjá Sjómansmissiónini.

?Bókin gevur lesaranum eitt søguligt yvirlit, frá byrjan og heilt til okkara dagar,? sigur Heimamissiónsforlagið, sum gevur bókina út.

Í bókini verður nomið við íðin undangongufólk og virkin tænastufólk gjøgnum tíðirnar, eins og forvitnisligar hendingar.

Arbeiðið byrjaði í Suðuroy, men breiddi seg um alt landið við sjómansstovum og sjómansheimum. Sjómansmissiónin fylgdi eisini við føroyskum fiskimonnum til Íslands, Grønlands, Bretlands og Danmarkar.

Ein høvuðstráður gjøgnum bókina er, at arbeiðið støðugt hevur verið lagað til broyttu umstøðurnar hjá serliga fiskimonnum. Bókin kemur eisini inn á brotið eftir seinna heimsbardaga, tá sjómansmissiónin fór í tvíningar.

Vitja umborð á skipum

?Í nýggjari tíð hevur ein høvuðstáttur hjá Sjómansmissiónini verið at vitja umborð á skip og bátar í Føroyum, umframt at vitja mongu sjómanskvinnuringarnir kring landið. Allir hesir tættir verða lýstir í bókini,? sigur forlagið.

At enda eru stuttar samrøður við sjómenn, sum siga hvat teir halda um sjómansmissiónina.