Hevndin úr havsins dýpi


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 278.00
ISBN: 978-99972-1-239-9
Rithøvundi: Steintór Rasmussen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 305

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti.

Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein út­róðr­arbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýst­um sjómanni á línuna.

Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík.

Men á náttartíð fær øll bygdin ein skelk, tá ið eini frítíðarhús standa í ljósum loga, og skúlalærarin verður funnin hongdur í hjallinum. Politiið kemur á staðið, og fregnast verður um tilburð­in. Eingin skilir, hvat ið er hent. Bindiklubburin er aftur í brenni­deplinum. Úr havinum rísur ein nýggjur duldarfullur dagur.

Hvar er Bjørg? Hon er horvin sum døgg fyri sól.