Seyður í søgu og veðri


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 348.00
ISBN: 978-99972-1-228-3
Rithøvundi: Helgi í Brekkunum
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 264

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Teir máttu duga at eygleiða og vita, hvussu veðrið fór at arta seg.
Teir máttu duga at lesa hvørt tekin á himmalinum og á sundinum.

Stundum leikaði hart á. Gávurnar og evnini at laga seg eftir náttúruni var einasta álitið ? saman við Várharra.
Stundum stóð loft og løgur í einum og týndi fæ.

Seyðurin kendi á sær, áðrenn veðrið skifti. Maðurin visti, at seyðurin visti. Tí var eitt serligt samskifti teirra millum. Og ikki minni virðing, tí her var klókskapur, sum ikki var einum og hvørjum íborin. So mikið visti maðurin.

Seyðin hevði hann býtt í fylgi, og treytirnar hjá hvørjum fylgi og natúrin í teimum vóru ymisk. Ervaseyðurin treivst ikki í neðra. Treisk­aðist í hæddunum heldur enn at sleppa sær oman á slætt, og tó at hann ikki sá sjógv, visti hann, nær tarin lá uppifjaraður.

Sambandið millum seyðamenn og seyð hevur altíð verið serligt.

Hvussu veðrið hevur hóreiggjað sær og týnt burtur av fylgjum seinastu øldirnar, greiðir Helgi frá.

Hvørjar avgjørdar meiningar eitt úrval av hesum serfrøðingum hevur havt um seyð, sigur hann okkum eisini á sín ­knappa og eyðkenda hátt.

Og so vísir hann okkum við drúgvum skrásetingum og hagtølum, hvussu neyva samsvarið er millum tað, teir gomlu hava vitað í øldir, og tað, ið teldan og myndatólið avdúka so sjónliga fyri okkum nú á døgum.