Tíggjundi maðurin


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-205-4
Rithøvundi: Graham Greene
Umsett: Jákup Sørensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 136

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
TÍGGJUNDI MAÐURIN maðurin er ein skaldsøga, ið fer djúpt inn í ta angist, sum elvd er av svika­gerð og lygn. Bregd­að inn í alt er eis­ini ein søga um ­dirvi og offur.


Í seinna heimsbardaga í Fraklandi verða nakr­ir menn tiknir og tveittir í eina fanga­legu. Ein dagin sigur ­týski fangavørðurin við teir, at trígg­ir teirra verða skotnir í lýsingini, og teir skulu sjálvir gera av, hvørjir teir trígg­ir skulu vera.

Teir kasta lut, og múgvandi advokat­ur­in Chavel verður ein teirra. Men heldur enn at geva seg undir lagn­una selur hann ogn­ir sínar til ein annan fanga, tann blóðfátæka Janvier. Janvier, sum er heilsuveik­ur, sær hetta sum ein møguleika at ­bjarga móður og systur síni úr neyð og fátækadømi.

Tá ið Chavel sleppur leysur aftur, er hann fullkomiliga niðurundirkomin av skomm og harmi um tað, hann hevur gjørt.

Hann hevur latið ognir sínar fyri lív sítt ? men fer síðan at liva fyri at ­gjalda fyri sína gerð á heilt óvænt­að­an hátt.