2000 tá Føroyar skuldi loysa


Forlag: Egið
Útgávuár: 2016
Prísur: 398.00
ISBN: 978-99918-3-493-1
Rithøvundi: Sjúrður Skaale
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 405

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, gevur 28. september út bók, sum sambært fólki, ið hevur lisið hana, er spennandi sum ein krimi, tó at talan er um samtíðarsøgu. Talan er um eina bók, sum lýsir tað politiska arbeiði og seinni stríð, sum tók seg upp eftir valið í 1998.

- Tá skuldi bæði gerast upp við føroysku fortíðina og danska yvirvaldið. Stórar ætlanir vórðu lagdar og ein nýggj, kollveltandi kós sett út í kortið: Føroyar skuldu skipast sum fullveldisríki. Men skjótt skolaðu brotasjógvarnir inn yvir fullveldisskútuna - til hon at enda kollsigldi, sigur Sjúrður Skaale og spyr síðani:

- Men hvat var tað, sum hendi aftan fyri leiktjøldini? Hvussu kom alt í lag av fyrstan tíð? Hví gjørdist stríðið so hart, bæði innlendis í Føroyum og millum Føroyar og Danmark? Hvat hendi, tá samráðst varð við donsku stjórnina?

Hesar spurningar roynir Sjúrður at svara í bók síni "2000 - tá Føroyar skuldu loysa".

Sum embætismaður hevur Sjúrður Skaale havt serstakt innlit, og seinastu árini hevur hann brúkt sína frítið til at skriva hesa søguna.

Bókin er 400 síður við nógvum myndum.
Dimmalætting - Leif Láadal

So havi eg lisið bókina " 2000 - tá Føroyar skuldu loysa."
Sjúrður Skaale er ein fínur høvundur. Málið er so lætt, at man ikki hugsar um "mál" í heila tikið. Og Sjúrður er ein úrmælingur í at "skriva talur", sum hann ristir úr ermuni eftir fáum minuttum, og tað er ikki hvørs mans føri. Kortini kennist bókin sum ein gresk tragedia - ein gysari.Tann stóri bøðilin er Nyrup Rasmussen & Co. Eg fekk næstan marruna av honum. Hann svavar tann vakra bláoygda seyðin, sum við mappuni fu...llum av fyrireikandi pappírum og seriøsari ætlan, verður dripin. Nyrup skiftir ímillum at vera brutalur og sleikjandi. Fullveldislandsstýrið fór við eldhuga og passión í holtur við nakað, sum tey hildu vera rætt, sum tey trúðu uppá, men sum tíðin gongur, missa nøkur hesa trúnna. Tey verða indoktrinerað, kritiserað og niðurgjørd ekstremt, og føroyska andstøðan kann avgjørt ikki rósa sær av nøkrum sum helst, hon er mest úti eftir at knúsa hetta - eitt sindur illa fyrireikaða lið -, hesar naivu droymararnar, sum standa og syngja í sólskininum uppi á Slættaratindi. (Mín áskoðan er, at heimurin hevur brúk fyri passión, fyri sangi og dreymum. Uttan hesi var alt jú fáfongd og feig.) Nyrup trillar runt við samráðingarbólkinum, so at tað verður ringt at halda høvdið kalt. Eg haldi, tit skula lesa bókina sjálvi. Haldi eisini, at Sjúrður skrivar á tann hátt, at bókin í grundini er ein kærleiksváttan til sjálva sakina, sum fullveldislandsstýrið kempaði fyri. Spell at kuril kom í.
Oddvør Johansen