William Heinesen Myndlistamaður The artist


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2016
Prísur: 498.00
ISBN: 978-99972-1-198-9
Rithøvundi: Bárður Jákupsson
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 315

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hann teknar, málar við pastell- og oljuliti, klippir og límar. Tað ótamda hugflog­ið býður áskoðaranum á eina ferð úr trøllamyrkri teirra fornisku til pastoral lands­løg við skreytbúnum fuglum og vøkstrum og alskyns skapningum í stórari livandi rørslu. Frá upphavsins tættbýldu túnum og reynanna grýtuta mosaikki stava myndevnini, – úr sagnanna og ævintýranna heimi, úr norrønu gudalæruni, úr Arkadia og Edens urtagarði. Íblásturin byggir á náttúrukenslu, sniðfundigt gamanslyndi, spei, ramliga, ovfarakáta og ótamda lívsgleði og ein serligan fevnandi ans fyri tí ornamentala og skreytiliga.

Tann ótroyttiligi listamaðurin er virkin langt upp í ellisár. Framleiðslan er ómátalig. Prýðilig ornament og mynstur í stílførdum greiðum formum og litum verða samansett í óteljandi kliptum vignettum, sum hann stórtøkin stroyir um seg. Hansara gróðrarmikli og sermerkti myndaheimur er okkum føroyingum stórt ríkidømi.

Bókin er á føroyskum og enskum.