Brodering til tann føroyska tjóðbúnan


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2013
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-75-08-8
Rithøvundi: Paulina M. K. Eliasen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 77

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
At brodera fyriklæði og turriklæði til føroyska búnan er ikki so gamal siður í Føroyum. Nakar skapandi kvinnur valdu at brodera einstakar blómur í tey vovnu turriklæðini og fyrriklæðini fyri at gera teimum ein serligan dám og frámerki. Broderaði vesturin hevur hinvegin verið nýttur í nógv longri tíð.
Í fimmtiárunum tók broderingin rættiligt dyk á seg og breiddi seg kring alt landið, og skjótt sást á stevnum og serliga á Ólavsøku, at føroyingar høvdu tikið henda sið til sín.
Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og listaskúli hevur gingið á odda seinnu mongu árini við skeiðum í brodering, og eru óteljandi pløgg greidd úr hondum millum ár og dag.
Við hesi bók er fyri fyrstu ferð tilfar givið út við hollari vegleiðing, ið bæði kann nýtast til undirvísing og heimabrúks.