Streingir ið tóna VIII


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2013
Prísur: 330.00
ISBN: 978-99918-49-58-4
Rithøvundi: Símun av Skarði
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 339

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í 1906 yrkti Símun av Skarði (1872-1942) tjóðsang okkara, men vit eiga ikki at gloyma, at hann umframt tað hevur lagt víðfevnt ritverk úr hondum.

Í 1998 fór Forlagið Fannir undir at geva út bókaverkið ”Streingir, ið tóna”:

1. bók: ”Yrkingar”, 1998,

2. bók; ”Søguligar greinir, skaldskapur og søga”, 1999

3. bók: ”Skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestrar, kvøður, ummæli”, 2000

4. bók: ”Søgur og ævintýr”, 2001

5. bók: ”Víggja-Glúms søga”, 2002,

6. bók: ”Vár” og ”Víkingarnir á Hálogalandi” (sjónleikir), 2003.

7. bók: Kristmann Guðmundsson: ”Strondin bláa”, týdd skaldsøga, 2004 (1937)

Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, hevur ritstjórnað verkinum, og nú hevur hon greitt til útgávu 8. bókina: ”Ískoytis- og yvirlitsbind”.

Turið er professari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Í innganginum í hesi seinastu bókini í røðini, sigur hon m.a.:

”Útgávur, sum vísa til heimildir og upplýsa um upprunan hjá tekstinum, handrit og fyrri útgávur av tekstinum, eru neyðug amboð, tá ið arbeitt verður við at kanna tað, sum einstakir høvundar hava yrkt og skrivað, og seta høvundar, skaldaverk og tekstir inn í størri søguligt høpi.”