Tann lítli prinsurin


Forlag: Egið
Útgávuár: 2013
Prísur: 150.00
ISBN: 978-99918-3-373-6
Rithøvundi: Antoine de Saint-Exupéry
Umsett: Alexandur Kristiansen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 87

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta er fyri mær vorðið tað vakrasta og tað einsligasta landslagið í heiminum. Hetta er sama landslagið sum á undanfarnu myndini, men eg havi teknað tað einaferð aftrat fyri rættiliga at vísa tær tað. Tað var her, tann lítli prinsurin kom niður á Jørðina, og tað var her, hann seinni hvarv.
Legg tær hetta landslagið væl í geyma, so tú kanst vera vísur í, at tú kennir tað aftur, um tú einaferð skuldi komið til Afrika og ferðast gjøgnum oyðimørkina. Skuldi tað hent, at tú komst framvið, so bøni og biði eg teg um ikki at skunda tær ov nógv, men dvølja bert eina lítla løtu undir stjørnuni. Og kemur tá ein óvití ímóti tær, og hann lær, og hann hevur gyltan purlur, og hann ikki svarar, tá ið tú spyrt, so dugir tú væl at gita, hvør ið tað er. Og so mást tú vælsignaður lata meg frætta: skunda tær at skriva til mín, at hann er afturkomin....