Maðurin av útoyggj Sverri Kongur 1


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 229.00
ISBN: 978-99918-76-37-5
Rithøvundi: Kåre Holt
Umsett: Finnbogi Ísakson
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 308

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um Bókina
Mitt í 12. øld vaks ein drongur upp í Kirkjubø, sum seinni gjørdist víða gitin. Sverri, sonur Gunnhild. Men hvør var pápin? Var tað Unas, bróðir Róa biskup, var tað onkur ókendur norðmaður - ella var tað hann, sum móðirin á deyðastrá segði honum: Sigurð Munn, Noregs kongur?

Sverri og vinur hansara Eyðun lærdu til prest í Kirkjubø, men so hendi nakað, sum noyddi teir at fara haðan. Teir komu til Noregs og vóru frá fyrsta degi við í stríðnum móti tí harðrenda Erlingi Skakka og soni hansara, Magnusi kongi.

Birkibeinar kallaðust teir, sum stríddust ímóti valdsharrunum. Og teimum tørvaði ein leiðara. Sverri kendi kall sítt - men var hann veruliga kongssonur, sum skuldi taka hesa byrði á seg? Og fór hann at vera mentur at leiða birkibeinarnar til sigur? Ivi og áræði skiftust í sinninum á Sverra, til hann at enda noyddist at taka eina avgerð.