Fíggjarstýring


Forlag: Nám
Útgávuár: 2010
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-2-064-4
Rithøvundi: Olav Absalonsen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 214

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum fara undir hægri lesnað í búskapi. Eisini er bókin hent hjá teimum, sum fáast við fíggjarstýring á virkjum og stovnum. Innihaldið er íløgur og fígging, fíggjarlig greining og fíggjarætling.

Í formælinum sigur høvundurin Olav Absalonsen soleiðis: “Henda bók er ætlað næmingum, sum taka roknskap ella virkisbúskap á A-stigi á Føroya Handilsskúla. Tríggir teir fyrstu kapitlarnir kunnu takast sum ein heild, ið snýr seg um íløgur og fígging. Hinir tríggir verða settir í sambandi við tey evni, sum næmingarnir arbeiða við í viðkomandi læru¬grein. Eftir hvønn kapittul eru uppgávur, sum eru so mikið nógvar í tali, at tað skal vera møguligt at velja egnaðar uppgávur burturúr at loysa. Bókin er skrivað við tí í huga, at lesarin hevur eina grundvitan innan rokn¬skap og búskap, sum svarar til Virkisbúskap á B-stigi, og innan rentu¬rokning, sum svarar til Støddfrøði á C-stigi. Eisini er tilfarið skrivað so¬leiðis, at lesar¬in skal seta fíggjarstýringina í samband við onnur evni í somu læru¬grein og í øðrum lærugreinum, soleiðis at hann fær betri heildarfatan av vinnubúskapi. Tann einstaki næmingurin eigur sjálvur at seta nýggja vitan í sambandi við gamla vitan á hesum fakøki, soleiðis at hann ger sær sína egnu fatan av heildini.”