Færøsk strik HNJs ultimative guide til Færøerne


Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 2011
Prísur: 90.00
ISBN: 978-999186623-9
Rithøvundi: Jóhanna av Steinum
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 40

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Denne bog beskriver strikning på Færøerne, før i tiden såvel som i dag.

Den giver et unikt indblik i historien bag strikning, samt til brugen og betydningen af strikning i dag.

Bogen er skrevet af Jóhanna av Steinum. Jóhanna har en uddannelse i Mode Teknologi, specialiseret i strikvarer, fra London College of Fashion samt en uddannelse i Mode Design med Strikvarer fra Central Saint Martins College of Art and Design i London

I 2009 lancerede Jóhanna av Steinum sin eget brand: STEINUM.

Enn ein nýggj bók er komin í røðini hjá H.N. Jacobse...ns Bókahandli um ymisk føroysk evni.

Evnið hesaferð er Binding í Føroyum. Tað er Jóhanna av Steinum, sum hevur skrivað.

Fyrstu tvær bøkurnar í røðini vórðu givnar út í 2007. Onnur um Grind og Grindadráp og hin um Føroyska List. Ta fyrru skrivaði Dorete Bloch , lívfrøðingur, og hina seinnu listfrøðingurin, Inger Smærup Sørensen.

Árið eftir kom bók um Føroyskan Búfugl, sum Jens-Kjeld Jensen skrivaði, og í 2009 komu bøkurnar um Føroyskan Lunda og Føroyskar Plantur.

Bøkurnar eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á álítandi og dagførdum upplýsingum um føroysk viðurskifti, men eru eisini áhugaverdar og viðkomandi hjá føroyingum. Tær eru á enskum, HNJ’s Indispensable Guide to the Faroe Islands, og á donskum, HNJ’s Ultimative Guide til Færøerne.

- Okkum hevur leingi vantað tílíkar bøkur, ið viðgera evni, sum ferðafólk hava áhuga fyri, segði Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni í Havn, tá fyrstu bøkurnar komu út.

Bøkurnar, sum eru sera snøggar og við nógvum góðum litmyndum, eru í lummastødd. Júst henda støddin og sámiligi prísurin gera, at bøkurnar eru so vælumtóktar.

Tað eru serfrøðingar, sum skriva bøkurnar, sum lýsa hvørt evnið nágreiniliga.

Ætlanin er, á hvørjum ári, at geva bøkur út um nýggj evni. Av evnum, sum ætlanin er at umrøða, kunnu til dømis nevnast víkingar, bókmentir, matuppskriftir, handarbeiði, føroyskur dansur og føroyskt mál.

Bøkurnar eru ymiskar í vavi, umleið 40 – 60 síður. Tær kosta 90 krónur og eru at fáa um alt landið