Guds orð ella orð um Gud


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2007
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99918-65-15-7
Rithøvundi: Hans Andrias Sølvará
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 210

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin snýr seg um tann varðveitta bíbilska tekstin og í minni mun um tann søguliga veruleika, sum fjalir seg aftanfyri tekstirnar. Víst verður m.a. á, at tekstirnir í Bíbliuni aloftast eru skrivaðir av ónevndum høvundum langt aftan á eftir tær hendingar, sum teir snúgva seg um. At tað ofta er trupult at fáa innihaldið í tekstum í Gamla Testamenti at samsvara við fornfrøðiligar kanningar. Víst verður eisini á, at einki upprunahandrit finst av nøkrum teksti í Bíbliuni. Og at tekstirnir í Nýggja Testamenti eru varðveittir í so nógvum og ymiskum handritum, at granskarar í veruleikanum ikki vita, hvussu nógvir munir eru millum tey. Høvundurin vísir í bókini á hópin av dømum um, at seinni kristnir avritarar hava broytt, lagt aftur ella broytt tekstirnar av gudfrøðiligum grundum.

Bókin er skrivað fyri at vísa á, at granskingin fyri langari tíð síðan hevur prógvað, at einki hald eri í tí fundamentalistiska bíbliusjónarmiðinum, sum heldur uppá, at Bíblian øll sum hon er er íblást av Gudi. Bókin snýr seg ikki um gudfrøði, men um søguliga trúvirðið í teimum varðveittu bíbilsku tekstunum, sum høvundurin heldur uppá eru orð um Gud.

Ætlanin við bókini er at geva eitt íkast til aktuella føroyska kjakið um leiklutin hjá Bíbliuni og kristindóminum í føroyska samfelagnum.