Føroyskar bíbliutýðingar


Forlag: Fróðskaparsetrið
Útgávuár: 2007
Prísur: 228.00
ISBN: 978-99918-65-11-9
Rithøvundi: Elsa Funding
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 203

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir
Elsa Funding er fyrsta føroyska kvinnan, ið gjørdist prestur. Bókin Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir er kanning hennara av føroyskum týðingum av bíbliuteksti frá byrjanini í 1823 og fram til 1990. Viðgerðin er tvíbýtt: tíðin fram til 1908 og tíðin 1909-1990. Týðararnir í tí fyrra skeiðinum eru slóðbrótarin Schrøter og teir Hammershaimb, Jóan Petur uppi í Trøð, Fr. Petersen, Jógvan Poulsen, Símun av Skarði og A. C. Evensen. Í hesum skeiðinum varð støðið lagt. Í seinna skeiðinum eru tey trý høvuðsnøvnini Jákup Dahl, sum fram um aðrar skapti føroyskt bíbliumál; Victor Danielsen, ið týddi alla Bíbliuna; og K.O. Viderø, sum týddi Gamla Testamenti. Teir yngstu týðararnir eru Axel Tórgarð og Hans J. Joensen. Viðgerðin av og samanberingin millum tær føroysku týðingarnar er bulurin í bókini hjá Elsu Funding. Gjølla og hegnisliga er sagt frá, so tað er forvitnisligt hjá øllum, sum hava áhuga fyri evninum.