Glansbílætasamlararnir


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2005
Prísur: 250.00
ISBN: 9991843574
Rithøvundi: Jóanes Nielsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 276

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
.
Skaldsøgan Glansbílætasamlararnir hjá Jóanesi Nielsen er ein frásøgn um eitt ættarlið, árgang 52 á Sankta Frants Skúla, fimm dreingir, sum allir fáa ein heldur óvanligan deyða, ein slerdi út í Grønlandi, ein verður funnin deyður í Keypmannahavn, ein verður dripin og ein doyr av sjúku, sum tað er forboðið at doyggja av í Føroyum. Tann fimti Djalli doyði longu fimm ára gamal av menngitis.

So ein vissur dámur av óhepnari lagnu liggur yvir hesi nýggju skaldsøguni, sum er ein beinrakin, men eisini bersøgin lýsing av Føroyum í 50-60-árunum.
Allir teir fimm búgva á Landavegnum í Havn, eisini høvuðspersónurin Kári, sum sigur søguna um glansbílætasamlararnar, sum tíðin fór so illa við.

Upp á spurningin, um talan er um eina fjalda ævisøgu, sigur høvundurin í Sosialinum:

Tað er rætt, at søgan um teir tekur støði í árgangi 52 á Sankta Frans Skúla, har eg sjálvur gekk. Og tað er eisini rætt, at fleiri av dreingjunum doyðu á ungum árum uppá ein sjáldsama dramatiskan máta ella gingu til grundar, tí teir ikki rættiliga kláraðu at liva. Tað er lopfjølin til skaldsøguna, men har frá eru bæði teir og hendingarnar í bókini fiktivar. At eg valdi teir kemst av, at teir saman skapa eitt breitt fundament, sum gav mær møguleika at koma víða um í eini lýsing av hasum tíðarskeiðinum og hasi síðuni av lívinum. Ambitiónin hevur also ikki verið at gera ein ultimativan tvørskurð av tí føroysku psykuni. Søgan um glansbílætasamlararnar er bara ein partur av sannleikanum um, hvussu lívið hjá summum av okkum kann laga seg.

Skaldsøgan Glansbílætasamlararnir eigur tað í sær, sum kann gera hana til eina sanna tíðarmynd í ætt við teir gomlu sjangrumálningarnar í farnari tíð. Ein spegil, sum ikki altíð sigur, hvør er vakrast í landinum her.